Sera áhugaverd framløga um støðuna í Ísrael verður í Miðvágs Missiónshúsið í kvøld kl. 20.00.
Jødin Shay Attias greiðir frá lívi sínum og hvussu tað er at liva sum jødi í einum heimi, sum gerst meiri og meiri jødahatandi.
Eisini kemur hann inná tað arbeiði sum felagsskapur hansara Shuva Globe ger fyri at knýta bond við kristnar samkomur kring um í heiminum.
Shay Atias hevur eitt skifti arbeitt í UN sum diplomatur fyri stjórnina hjá Benjamin Netanyahu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo