Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tá ið Zakarias Wang, høvundur, legði bókina um Skipafelagið Føroyar fram í dag seinnapartin, innleiddi hann við at siga, at klokkan 16 í dag vóru 100 ár síðani felagið var stovnað.

Zakarias Wang skrivar í fororðinum, at uppskotið um at stovna eitt skipafelag fekk góða undirtøku, tá ið tað var stovnað í 1919.

- Í 2004 var tað selt. Keypari var íslendska skipafelagið Eimskip.

Viðvíkjandi bókini sjálvari sigur høvundin Zakarias Wang, at hon er um virsksemið og gongdina í Skipafelagnum Føroyar.

- Hóast felagið hevur verið nógv umrøtt, er tað, sum hent er í sjálvum felagnum, fáum kunnugt.

- Eg havi roynt at viðgera høvuðstættirnar í hesi tilgongd, soleiðis at tey, sum nú eru uppi á døgum, hava eitt mið at troyta, um tey vilja fáa nakað at vita um virksemið hjá hesum felag og um tað samfelag, tað var ein partur av.

- Viðgjørt verður, hvussu henda fyritøka kom í lag, hvussu hon treivst, og hví hon gavst við flutningsvirksemi sínum.

Tað er forlagið Stiðin, sum gevur bókina Skipafelagið Føroyar og samfelagið út eftir Zakarias Wang. Kápumyndin er eftir Tróndur Patursson.

Sí nakrar myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo