Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Hósdagin 24. novembur klokkan 16:00 verður fosturtøka sett á breddan. Starvsfólk hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi leggja stóra kanning um fosturtøkuøkið í Føroyum fram. Eisini kemur Pernille Skipper, fyrrverandi fólkatingslimur, at greiða frá sínum arbeiði við fosturtøkuspurninginum – eitt nú í mun til ætlanirnar at bjóða pólskum kvinnum ókeypis fosturtøku í Danmark.

Umboð fyri Frítt Val fara eisini at greiða frá, hvussu støðan er hjá føroyskum kvinnum, ið ynskja fosturtøku, og um hví fleiri teirra velja at fara til Danmarkar. Og umboð frá Sex og Samfund kemur at leggja fram um fosturtøkuspurningin í altjóða høpi.

Framløgurnar vera í Fællessalen á Christiansborg. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding á facebook-tiltakinum ella við at skriva til jf(at)ft.dk í seinasta lagi mikudagin 23 novembur.

Leinkja til Facebook-tiltak: https://www.facebook.com/events/3384139148578712?ref=newsfeed

Skrá:

16:00: Sjúrður Skaale bjóðar vælkomin

16:05: Javnaðarflokkurin á fólkating leggur kanningina Fosturtøka í Føroyum – Tilvild og lógloysi

Eru øll líka fyri lógini, og er talið av føroyskum kvinnum, sum fáa fosturtøku veruliga so lágt? Malan Óladóttir á Dunga og Jóan Pauli Dahl Jakobsen, starvsfólk hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi, leggja fram

16:50: Pernille Skipper greiðir frá um arbeiðið við fosturtøkuspurninginum á fólkatingi

17:10: Lív í Dali, politiskur ráðgevi hjá Sex og Samfund, leggur fram um fosturtøkuspurningin í altjóða høpi.

17:50: Frítt Val: Um fosturtøkulógina og kvinnurnar sum ynskja fosturtøku

Felagsskapurin Frítt Val heldur fyrilestur um, hvussu støðan er í dag, um tú ert kvinna í føroyum, sum ynskir abort. Eisini hugleiðir felagsskapurin um, hvat vit kunnu læra av niðurstøðuni í kanningini hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo