Framløgan av ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna 2020 verður í Smæruni, J.H. Schrøtersgøtu 7 í Tórshavn hósmorgunin 22. apríl kl. 9.30. Tiltakið verður skipað í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.
⦁ Hvussu stór var heildarveiðan í 2020 og hvussu var býtið millum sjóøkini?
⦁ Hvat er búskaparliga virðið av atgongdini at fiska makrel í bretskum sjógvi?
⦁ Hvussu stórar vóru avreiðingarnar hjá ymisku bólkunum? Hvussu vóru avreiðingarnar hjá línuskipum býttar millum frysti- og ísfiskalínuskip? Hvørji skip høvdu størst avreiðingarvirði?
⦁ Hvussu hevur gongdin í oljunýtsluni hjá fiskaflotanum verið síðani 2000?
⦁ Hvat siga stovnsmetingarnar um høvuðsfiskasløgini?
Hesir og nógvir aðrir spurningar verða lýstir í fyrstu ársfrágreiðing Sjókovans um fiskivinnuna. Ársfrágreiðingin liggur á heimasíðu Sjókovans og er samvirkin (interaktiv). Frágreiðingin byggir á almenn hagtøl, serliga frá Vørn og Hagstovu Føroya og er sett saman soleiðis, at lesarin á ein brúkaravinarligan hátt fær atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna.
Umframt hagfrøðiligt tilfar, verða á hvørjum ári gjørdar greiningar um ávís evni. Í hesi fyrstu frágreiðingini er evnið Brexit og atgongd at fiska makrel í bretskum sjóøki. Hetta evnið er sera viðkomandi í sambandi við fiskivinnusamráðingar.
Á tiltakinum bjóðar Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya og nevndarlimur í Sjókovanum vælkomin. Síðani leggur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fram frágreiðingina.
Tiltakið er ætlað tíðindafólki, vinnulívsfólki, politikarum, lesandi og annars øllum við áhuga fyri føroyskari fiskivinnu. Framløgan verður í Smæruni hósmorgunin kl. 9.30. Dyrnar lata upp kl. 9, og kaffi og morgunbreyð verður at fáa áðrenn og aftaná framløguna.
Neyðugt er at boða frá luttøku her: Set inn leinkju til www.sjokovin.fo/limaskraseting
Sjókovin er sjálvstøðugur, privatur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur, hvørs endamál er at stimbra burðardygga menning í fiski- og alivinnuni, og at kunna almenningin um viðurskifti í hesum vinnum. Fyri at fremja endamál grunsins, hevur Sjókovin eisini sett á stovn Ocean Cluster Faroes, sum er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Ocean Cluster Faroes skipar regluliga fyri tiltøkum um viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning og at kjakast um felags avbjóðingar og loysnir. Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. Øll eru vælkomin at gerast limir í Ocean Cluster Faroes.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo