Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Í vesturskininum tann 26. apríl 2021 vitjaðu vit “Nordrup Kirkeskov”, ið er partur av tí grønu kirkjuligu hugsanini hjá dønum. Vitjanin var partur av einum biskupsfundi í Roskilde.

Hóast innihaldið á fundinum var kirkjan, Guðs orð og tænastan millum fólkið, dvaldu vit ein seinnapart við átøk, ið góvu umhvørvinum og náttúruni gætur. Fleiri okkara meta, at kirkjan eigur at taka atlit at øllum skapanarverkinum.

Longu í skapanini var okkum litið í hendi at fara væl um og røkja náttúruna burðardygt. Jørðin, havið og luftin eru okkara ábyrgd. Væl kend er útsøgnin, at jørðin skal hvíla, so vit ikki dyrka tað sama jarðarstykki ár eftir ár.

Vit mega fara væl um lendið og tann grøna vøksturin. Vit mega fara væl um havið og ikki troyta fiskiríkidømið meira enn gott er. Vit mega fara væl um havbotnin, so viðkvom øki ikki verða órógvað. Vit mega avmarka dálkingina av luftini, og taka avbjóðingina í álvara.

Vit mega gerast grønari ikki einans í politikki. Okkum tørvar eina hugburðsbroyting, ið fremur ítøkilig átøk. Skilagott er at lurta eftir serfrøðini á økinum.

Vit mega gerast grønari við atliti at lívi hins einstaka og heilsuni til likams, sál og anda. Menniskjan livir ikki av breyði eina, hóast daglig føði er lívsneyðug. Vit mega finna eina javnvág millum arbeiði og frítíð.

Í GT verður sagt, at jørðin skal hvíla sjeynda hvørt ár. Um jørðin ikki fær hvíld, verður hon útpínd. Tað er óheppið fyri heimaseyðin, um hann gongur í sama lendi ella somu girðing alt árið. Jørðin skal hvíla, annars verður hon sjúk og elur sjúku.

Møguliga eiga vit at venda aftur til sunnudagin, so hann aftur verður hildin sum ein hvíludagur. Vit missa meira fyri minni, nú sunnudagurin líkist øðrum døgum og er vorðin tann sjeyndi arbeiðsdagurin í vikuni.

Felagsskapurin Heimafriður hevur í almenna rúminum skjalfest, at larmur frá skipum og teimum størru havnunum er ørkymlandi, ja heilsuskaðiligur. Er tað burðardygt við atliti at heilsuni, at menniskjan ikki fær frið og náttarhvíld í sínum egna heimi?

Er tað rætt, at óljóð frá skipum órógvar hvíludagin? Er tað neyðugt, at skip við bryggju í bygdum øki verða lossað ein sunnudag, sjálvan hvíludagin?

Í míni tíð sum sóknarprestur hoyrdist útsøgnin mangan, at vikuskiftið var stravnari enn arbeiðsvikan. Sipað var til virksemið í kirkju og missión, – gudstænasta, sunnudagsskúli, møti og ungdómsmøti.

Sipað var til tað ítróttarliga virksemi, ikki minst hjá foreldrum at smærri børnum. Árla leygarmorgun av húsum, ja viðhvørt enntá væl áðrenn vanliga arbeiðstíð.

Einki er svart ella hvítt, og mær hóvar væl kirkjuligt virksemi og ítróttin. Skilagott er at hugsa broytt, tí smøl hugsan er sjáldan vegurin at ganga. Men nakað tykist at ganga rættan vegin, nú alt fleiri eru farin at hugsa viðurskiftini av nýggjum.

Vit síggja, at fleiri kirkjur og samkomur royna at savna virksemið millum børn, ung og vaksin alt um somu tíð. Tað er valla sunn andalig hugsan, at vit skulu vera strongd fyri Kristus. Eru vit allan dagin í Guðs húsi, kann tað henda, at vit misrøkja okkara fyrsta kall, ið er familjan.

Heilaga andans koma til jarðar á hvítusunnu kveikti eina livandi vón í hjørtunum á lærusveinum Jesu. Talan er um lív og vøkstur. Í kirkjuárinum eitur tíðin eftir hvítusunnu tríeindartíðin, ið er tað longsta tíðarskeiðið í kirkjuárinum.

Í tríeindartíðini er liturgiski liturin grønur og ímyndar lív og vøkstur. Lívið verður endurnýggjað, tá ið andi Guds vitjar og nemur hjørtu manna. Vónin vinnur á vónloysi, áræðið vinnur á máttloysi, og lívið sigrar á køvandi hugburði.

Tann grøna hugsanin er als ikki eitt nútímans hugtak, ið menniskju hava uppfunnið í 20. øld eftir Kristi føðing. Kirkjufedrarnir í 2. og 3. øld dvaldu við somu hugsan. Tá var hugsan borin av gudfrøði og djúphugsni í bøn og kvirru.

Tíðliga í miðøldini kom hugsanin um náttúran fram aftur, t.d. er sólsangurin hjá munkinum Frans av Assisi væl kendur. Las eina ævisøgu um Frans av Assisi (1182-1226). Serliga var undirstrikað, at hann tosaði við staran, spurvin og aðrar smáfuglar. Alt livandi var sprottið úr Guds skapan og bar fingramerki skaparans.

Rundan um kirkjuna í Nordrup var ein kirkjugarður, ið var skipaður eftir nýggjari grønari hugsjón. Alt tilfarið var samsvarandi grønari hugsan. Blómur, runnar, trøð og grasvøllurin vórðu tægað við lívrunnum tilfari, so tey reinsaðu tað, ið menniskjan dálkaði.

Á eini eldri grøv, sást ein stórur krossur umleið 1,5 metur høgur. Trý orð vóru skrivað á krossin: “Frameftir og uppeftir”.

Í hesum grøna umhvørvi gjørdust orðini mær dýrabær. Vegurin frameftir gongur uppeftir til faðir ljósanna. Hann, ið kom til jarðar sum frelsari og endurskapari. Hann, ið endurnýggjar hugsanina og hjørtu manna.

Vegurin er frameftir og uppeftir í Jesu navni, eisini á einum kirkjugarði. Amen.

Orðið: “... vit skulu lata jørðina hvíla sjeynda hvørt ár...”. (Nehemia 10,31).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo