Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Frálærutilfar við støði í føroyskum viðurskiftum

Spurningar:
1. Hvat er málið fyri framleiðslu av frálærutilfari á føroyskum og/ella við støði úr føroyskum viðurskiftum til teirra, sum nema sær handligar og bókligar førleikar eftir fólkaskúlatíðina?

2. Hvussu er støðan í dag hesum viðvíkjandi, og nær væntast, at komið verður á mál?

Viðmerkingar:
Tað er í fleiri førum upplýst, at tey, sum nema sær víðari førleikar bæði innan tað handliga og bókliga hava undrast á, hvussu stórur partur av frálærutilfarinum tekur støði í øðrum samfeløgum enn okkara og ofta er á fremmandum máli.

Samstundis frætta vit, at alsamt meira frálærutilfar verður framleitt og tí betrar um støðuna hjá teimum, sum lesa og læra.

Tí hesir spurningar um mál og støðu á hesum øki.

Á Løgtingi, 23. august 2023
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo