Russland hevur mist 500.000 hermenn undir krígnum í Ukraina, og av teimum eru 150.000 dripnir.
Tað metir Frakland, sigur uttanríkismálaráðharrin, Stephane Sejourne, við óheftu russisku avísina Novaja Gazeta.
- Og fyri hvat? Tvey orð: Fyri einki, sigur hann sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo