Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsgrannskoðanin: Landsgrannskoðanin hevur latið Løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um bygging av Sambýlinum á Mýrini.

Frágreiðingin kann lesast her

Landsgrannskoðanin hevur valt at kanna nýtsluna av játtanini til Sambýlið á Mýrini, fyri at kanna, um bygningurin er tann, sum landið hevur biðið um, t.v.s. um fyrisettu málini við byggingini eru rokkin, so sum at bygningurin er fullvæl egnaður til tey, ið skulu búleikast har og tey, ið skulu starvast í bygninginum.

Landsgrannskoðanin heldur, at Almannamálaráðið í nøgd og góðsku ikki hevur fingið tann bygningin, sum biðið var um.

Bygginevndin gjørdi eitt prosjektuppskot og helt seg tá vita, hvussu bygningurin kom at síggja út, og hvønn tørv bygningurin skuldi nøkta.

Bygginevndin var av teirri fatan, at meira skuldi ikki gerast, og bygningurin kom at síggja soleiðis út og liva upp til tey krøv, sum prosjektuppskotið fyriskrivaði.

Tá ið bygningurin var avhendaður kom tó fram, at fleiri manglar vóru, sum gjørdu, at bygningurin ikki til fulnar var egnaður til tað brúkið, hann var ætlaður til.

Bygningurin, sum bleiv latin, er ikki í allar mátar gjørdur eftir ynskjunum hjá Almannaverkinum, sum skal brúka hann.

Av manglum, sum Almannaverkið vísti á, vóru m.a. at:

• Rampan, sum skuldi vera atgongdin til ovaru hæddina, var ikki gjørd.

• Gáttir vóru í bygninginum, hóast brúkarar eru, sum eru illa gongdir ella brúka koyristól.

• Hurðarnar á kømrunum út á altanirnar vóru ov smalar til koyristólar.

• Skinnaraskipan var ikki gjørd, sum Almannaverkið hevði ynski um.

• Baðirúmini vóru ikki gjørd sambært forskriftum til fólk, ið eru óhjálpin. Hvørki kummur ella vøsk vóru sett sambært forskriftum.

• Gólvini vóru ikki gjørd, sum bygginevndin hevði ætlað.

• Parkeringsøkið var asfalterað, hóast avtalað var, at tað skuldi vera gras armerað.

Baðirúmini eru bøtt eftirfylgjandi, so tey nú eru gjørd sambært forskrift, og skinnara skipan er gjørd í tveimum íbúðum, men er kortini ikki gjørd, sum av fyrstantíð ætlað.

Landsgrannskoðanin undrast á, at neyðugu ábøturnar ikki eru gjørdar fyri at fáa bygningin, sum ynskt var, tá ið hugsað verður um, at hann skal brúkast í nógv ár, og at fleiri av teimum, sum búgva har, skulu líða sakn orsakað av manglandi fasilitetum, sum t.d. at hurðarnar út á altanirnar ikki eru nóg breiðar til koyristól.

Í álitinum “Í góðum hondum”1 var m.a. víst á stóra tørvin á starvsfólki, og at starvsfólk fóru at mangla í framtíðini.

Í álitinum var skotið upp at gagnnýta vælferðatøkni til at minka um starvsfólkatørvin.

Hóast tað var nevnt í álitinum, og var eitt ynski frá avvarðandi, var byggiharrin ikki sinnaður at brúka pening til nýmótans vesi við sjálvvirkandi skoli- og turkifunktiónum, sum kundi lætt um hjá starvsfólkunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo