Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Fyrrapartin var hugnaløta hjá Tórshavnar havn í samband við, at John Ove Hansen fer frá fyri aldur.

Í røðu sínari vísti Heðin Mortensen, borgarstjóri, á, at Tórshavnar havn hevur ment seg nógv síðani 1977, tá John Ove byrjaði í starvinum. 

"Í dag er nógv broytt her á havnalagnum, og tú hevur verið vil til nógv av hesum, ikki minst Skansabryggjuna. Í tínari starvstíð er Tórshavnar havn vorðin ein altjóða havn. Og tit vita øll her, at Tórshavnar havn hevur rættuliga stóran týdning fyri Tórshavnar kommunu.

John Ove, starvsfelagarnir siga um teg, at tú er ein hegnigur maður. Tú hevur verið við til at leggja lunnar undir fyrsta verkstaði úti á Vestaru bryggju í 1979, sum síðani hevur ment seg til at verða eitt sera væl útgjørt verkstað við alskins arbeiðstólum.

Starvsfelagarnir siga um teg, at tú er hittinorðaður og hevur nógvar góðar søgur. Tú er róligur og handaligur, og dugir væl at koma við loysnum.

Men tað eru ikki bara starvsfelagar, ið lata væl at.

Viðskiftafólkini eru eisini nøgd. Eisini tey siga, at tú finnur altið eina loysn, at tú er ein álitismaður, altíð siðiligur, og ringja tey uttanfyri arbeiðstíð, ja, so er tú til reiðar.

John Ove, eg fari at takka tær fyri tað arbeiðið, ið tú hevur gjørt fyri Tórshavnar havn og Tórshavnar kommunu hesi nógvu árini."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo