Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

RD Group: Frændur hava verið millum kendastu og best umtóktu tónleikabólkar í Føroyum, síðan teir góvu út fyrstu LP-plátuna ‘Saman Við Tær’ í 1984.

Teir koma úr Klaksvík. Manningin í bólkinum hevur verið nakað skiftandi, men kjarnin hevur altíð verið Steintór Rasmussen og brøðurnir Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe. Umframt frá Frændur, kenna vit teir í dag eisini sum dugnaligar einstaklingar, ið allir hava givið út løg hvør sær. 

Flestu føroyingar munnu hava minnir um hugnaligar løtur, har sangir hjá Frændum hava verið partur av løtuni, antin á konsertpallinum, í útvarpinum ella saman við einum kassagittara og felagssangi.  Tað góða lagið fer ongantíð av móta og tað hava Frændur prógvað, nú teir í fýra áratíggju hava givið út løg omaná løg, ið nærum eru vorðin fólkaogn.

Vit kenna løgini Føroyar, Eros, Mítt Land, Uttanumtos, Sangur til frælsi, Lívsmynd, 80’ini, Hundurin brúni og øll hini, og gleða okkum til Frændur fara at yvirtaka Havnargøtur 26. juli 2024. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo