Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Framsókn: Mánakvøldið kl. 19:30 í Reinsarínum setur Framsókn sjóneykuna á teir politisku og hugsjónarligu spurningarnir, ið eiga at fáa viðgerð í almenna orðaskiftinum.

Í meira enn eitt ár hevur Korona sett dagsskránna í so at siga øllum lívsins viðurskiftum, og hóast tað møguliga sæst eitt ljós í endanum av tunlinum við alsamt fleiri koppsetingum, halda vit í Framsókn, at tað standa nógvir ósvaraðir spurningar eftir, um hvar vit eru, og hvar vit fara.

Nær kann frælsið hjá tí einstaka víkja vegna atlit til samfelagið? Eru vit møguliga lopin framav? Hvat fyri ábyrgd hava vit fyri hvørjum øðrum? Og hvørjum skal mann yvirhøvur trúgva í hesum døgum?

Til at skifta orð um hetta hava vit bjóðað Høgna Mohr, rithøvundi og Pál Weihe, professara

Ferðavinnan hevur stórar avbjóðingar í løtuni. Frá at standa í stórum vøkstri fleiri ár á rað, kódnaði vinnan í 2020, tá ið at kalla ongi ferðafólk komu til landið.

Fleiri hundrað í vinnuni vóru søgd úr starvi, og leitaðu sær aðrastaðni at arbeiða. Sjálvstøðug vinnurekandi, sum hava gjørt stórar íløgur til at taka ímóti ferðafólki, standa nú uttan inntøku, og tær stóru fyritøkurnar hava fingið ein frammaná, júst sum tær hava nýtt nógva orku til at víðka sítt virksemi, fyri at gera seg klárar til tað, sum skuldi vera tað besta árið higartil.

Men hvørji eru so framtíðar útlitini fyri vinnuna nú? Hvussu ætlar vinnan at varðveita tað momentum, ið hevur verið tey seinastu árini? Og hvønn leiklut hevur politiski myndugleikin í at tryggja, at tað, sum er bygt upp seinastu árini, ikki dettur á gólvið?

Til at hugleiða um hetta hava vit bjóðað Guðrið Højgaard, stjóra á Visit Faroe Islands

Tiltakið fer fram á Reinsarínum mánakvøldið kl. 19:30.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo