Tað andaliga er ein berandi partur av samleika teirra kristnu. Alt, ið vit avrika í verki, medferð og orðum verður myndað út frá einum andaligum sjónarhorni. Tað gevur frið og gleði ljósar dagar. Tað gevur ró í sinnið myrkar løtur.
Dugi ikki at ímynda mær lívið uttan trúnna á Guðs náði í Jesusi Kristi. Tað er ein stórfingin gáva, at mær untist møguleikan at kenna Jesus sum Harra og frelsara.
Samstundis er tað ein stór ábyrgd at boða Guðs orð í allari sínar breidd og fyllu. Tað er ikki einans lætt at vera andaligur í einum verðsligum samfelag. Tímilig og andalig sjónarmið brótast í samfelagnum. Somu sjónarmið koma á gátt í kirkjum og samkomum.
Samfelagið er verðsligt. Í besta føri verður samfelagið stjórnað við lógum, ið hava ein færra av bíbilskum leiðreglum. Vit kunnu sum eitt neiligt dømi nevna tann sosiala ójavnan og tær fíggjarligu gjáirnar millum rík og fátæk. Mær vitandi eru tað fá, ið selja ognir sínar og geva teimum fátæku, sum okkum annars er álagt í halgubók.
At meta samfelagið andaligt/kristiligt er ein snávingarsteinur. Tað fær tey kristnu at flyta fokus. Vit nýta orkuna uppá samfelagið, og tað verðsliga setur dagsskránna.
Ella vit leggja okkum afturá og durva. Ístaðin áttu vit at tikið partvísa ábyrgd av gomlum, sjúkum, einkjum og faðirloysingum.
Eitt annað dømið er halgidagslógin, ið var sett í gildi í 1924. Lógin fær okkum at halda, at her stendur væl til. Verðsligar lógir fyrigykla, at vit eru andalig.
Vit eru mong kristin, ið keypa morgunbreyð sunnu- og halgidagar og fara til handils eins og yrkadagar. Vit eru mong, ið ikki binda frið í kirkjutíð. Við bryggjuna verða farmaskipini avgreidd, sum um hvíludagurin var ein vanligur arbeiðsdagur.
Sum ein mótvekt til samfelagið eigur kirkjan í tí verðsliga samfelagnum at halda seg til tær bíbilsku leiðreglurnar á øllum økjum. Kristnin eigur at taka ábyrgd og vera ærlig. Vit mega ikki látast sum um. Vit skulu vera tað, ið vit eru og ikki liva í eini andaligari dreymaverð í tí verðsliga samfelagnum.
Vit skulu vera ljós og salt í einum myrkum heimi, har umleið 15% av okkara unga fólki hevur ilt í sálini og er í sálarneyð.
Ein av teimum kendu í kirkjusøguni, ið var í svárari sálarneyð, er prædikumaðurin og rithøvundurin John Bunyan (1628-1688). Sálin stríddist ein andaligan bardaga. Tann stóri spurningurin var ævig frelsa ella ævig glatan. Vit kunnu lýsa neyðina við kendari málisku frá trúbótini: Hvussu fái eg ein náðigan Guð?
At vera í syndaneyð er svár sálarlig líðing. At síggja seg sjálvan uttanfyri møguleikan til æviga sælu í Guðs ríki er ein nívandi kensla, ja sálarlig kvøl í tí tímiliga.
John Bunyan kom til persónliga trúgv á Jesus sum Harra og frelsara. Hann varð settur í fongsul, tí hann prædikaði á annan hátt enn tann Anglikanska kirkjan í Bretlandi. Í eini 12 ár sat hann fangi fyri sína trúgv og sín fólksliga vitnisburð um Jesus.
Hóast John Bunyan livdi í 17. øld, og mangt var øðrvísi tá á døgum, er lesturin órógvandi. Tað er hugstoytt, at meginkirkjan og staturin við verðsligum lógum revsa ein prædikumann. Tað lýsir vandan, ið lúrir, tá ið tað verðsliga samfelagið skal verja borg um tað andaliga. Kirkjusøgan kennir tíverri mong onnur líknandi dømi.
Í fangaleguni skrivaði John Bunyan eina sjálvsævisøgu. Ævisøgan er ein andalig lýsing av avbjóðingunum, ið trúgvin møtir í tí tímiliga og verðsliga. Trúgvin var varpað higar og hagar, millum frelsu og glatan, ið møguliga frammanundan var avgjørd av Guði.
Talan var um angist og kvøl, ið loksins funnu æviga friðin í kallandi talu Jesu: “Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.” (Jóhannes 6,37).
“Eg havi ongantíð havt áhuga í at úttala meg um teir spurningar, sum trúgvandi eru ósamd um, serliga ikki, um málini ikki eru týdningarmikil. Men tað hevur glett meg at stríðast fyri trúarinnar orðum um syndanna fyrigeving við Jesu deyða.
Hinar spurningarnar lat eg liggja, tí eg sá, at teir einans skaptu stríð. Ístaðin leiddi mítt kall meg á aðra leið, nevniliga at tala eitt orð til veking, og tað helt eg fast í.” 1)
Loystur frá syndarinnar leinkjum gjørdist John Bunyan verkamaður Harrans. Mær tykir lýsingina av kallinum vakra: “Mítt størsta ynski fyri míni tænastu var at koma inn í teir myrkastu partarnar í landinum og virka millum menniskju, sum vóru longst burtur frá játtanini. ... Eg kendi meg drignan at boða Guðs orð til veking og umvending.” 2)
Slík menniskju eru okkum ein fyrimynd. Trúarstyrkjandi er teirra vitnisburður um Guðs markleysu náði. Amen.
Orðið: “Ikki biði eg, at tú skalt taka teir burtur úr heiminum, men at tú skalt varðveita teir frá tí illa.” (Jóhannes 17,15).
Heimild: John Bunyan, “Grænseløs nåde”, Forlagið Credo, Keypmannahavn ár 2000.
-
Bls. 70.
-
Bls. 72.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo