Innsent: Komandi tríggjar vikurnar standa tvey sera spennandi tiltøk fyri framman hjá Eivør.
Undanfarnu vikur hevur Eivør verið á konsertferð í USA. USA er ein stórur og spennandi marknaður, men eisini ein marknaður, ið tekur tíð at vinna. Seinastu árini hevur tað gingið væl, og lurtaraskarin hjá Eivør er framhaldandi vaksandi.
Í kvøld stendur Eivør so frammanfyri einari av sínum allarmest spennandi tónleikaupplivingum, tá hon trýnir á pallin á Red Rocks Amphitheatrinum í Denver. Har fer hon at framføra fyri 9000 fólkum uppi á stórslidna reyðlitta fjallalendinum. Red Rocks Amphitheater er eitt heilt serligt spælistað, ið 11 ferðir hevur vunnið Pollstar virðislønina fyri at verða besta uttandura spælistað, so ivaleyst hevur hettar staðið okkurt serligt at bjóða uppá.
Men eisini um okkara leiðir henda spennandi ting hjá Eivør, m.a. tá hon tann 10. mai fer á pall í Royal Albert Hall í London, har hon fer at framføra við sínum føroyska bólki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo