Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Endurgivin við loyvi frá Jens Klæmint Jacobsen

Endurgivin við loyvi frá Jens Klæmint Jacobsen

Nú tá ið bæði Løgmaður og Helgi Abrahamsen hava latið Høgna Hoydal úr sínum óklæðiliga hylkjandi tjóðveldisspjørrum á opnum løgtingsfundi, hevur tann spillnakni uttastovu-ministarin fingið sær rættiliga desperata "hjálp" frá eini nýklæktari dilletantiskari partakvinnu.

Tað er tann kommunalpolitiski amatørurin, Annika Olsen sum hevur uppaftur minni hylling á søgu, enn Høgni sjálvur.

Frúgvin Annika roynir braneggjað at goyggja uppi í, meðan Høgni trúttar móti øllum fakta.

Henda ólukkuliga politiska greipa er ikki før fyri at dokumentera eitt einasta høgnesiskt postulat, men tey  hava ístaðin fyri valt sær ta klassisku metoduna hjá óflýggjaligum óvitum, at tey konsekvent træta og trútta, at øll prógv, sjálvt tá ið tey eru úr Løgtingstíðindi, eru ósonn.

At skifta orð um fakta við Høgna og Onniku er bókstavliga, líka so fruktaleyst sum at tveita vatn á ønskriliga nístandi gæs.

Virgar T.  Dalsgaard

Endurgivin við loyvi frá Jens Klæmint Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo