Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Frá Filmsfelagnum: Stóri filmspedagogurin, Steven Spielberg (f.1946), sum í trimum førum hevur vunnið Oscarvirðislønina, og helst hevur gjørt teir filmar, sum flest fólk í heiminum hava sæð, hevur nú gjørt ”West Side Story” av nýggjum.

Klassiski sangleikurin hjá Jerome Robbins og Robert Wise stavar frá 1957, og tá filmur varð gjørdur úr Broadwaysangleikinum, vann hann Oscarvirðislønina sum hin besti í 1961.

Hóast hann er palsettur, bæði tá og nú, í Upper West Side í New York, er grundstøðið í søguni úr slitsterku og ódeyðiligu tragediuna hjá William Shakespeare ”Romeo and Juliet”.

New York søgan er um burturdømdan kærleika, sum samfelagið ikki góðkennir, og tí verður gjørdur ólógligur. Betri verður tað ikki, tá oddamennirnir í The Jets og The Sharks blása til harðrent stríð í gøtunum í New York.

Tá musikalska og romantiska søgan upprunaliga varð sett á pall á Broadway, varð skotið upp at heiðra hana við seks Tony virðislønum, meðan filmsútgávan í 1961 varð spádd at fáa ellivu Oscarvirðislønir. Tá av hasaði, fekk ”West Side Story”, sum báðir upprunamenninir leikstjórnaðu, ikki færri enn tíggju Oscars, millum annað fyri besta film tað árið.

Nýggi filmurin hjá Spielberg, sum í sjey førum er skotin upp at fáa Oscarvirðislønina í ár, hevur higartil vunnið 51 virðislønir. Oscarhandanin verður í ár hin 27. mars.

Altjóða ummælarar eru samdir um, at tað hevur eydnast Steven Spielberg framúr væl at endurskapa hina kendastu søguna úr gøtunum í New York. Og mikudagin sæst sjón fyri søgn í Filmsfelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo