Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Havi hugsað nógv um Suðurafrika, ið nú druknar í blóðigum brotsveldi, og ANC ætlar sum BRICS-land at hjálpa Xi-Kina og Putin-Ruslandi at yvirtaka heimin.

Suðurafrika (RSA) var til 1990 best rikna land og nógv størsti búskapur i Afrika.

Hvíti minnilutin (5-6 mió í tali) ráddi. Boarar (60%) fingust við politikk, landbúnað, lóg og landaskil, útbúgving og mentan. Bretar (40%) fingust við vinnulív og búskap.

Suðurafrika hevði vanligan blandingsbúskap við innbygdari rasistiskari dimensjón.

Áðrenn 1991 róptu vesturlendingar og flestonnur seg hás í vreiði móti sonevnda hvítum ‘apartheid’ (‘menning hvør sær’) í RSA.

Heimurin var moralsk prippin vegna svarta meirilutan, ið 2-faldaðist úr 20 mió upp í 40 mió frá 1948 til 1990 undir apartheid.

Útlitini sortna (bókstaviliga)
Men í dag, sløk 30 ár eftir fyrstu svørtu stjórnina í Pretoria, hevur umheimurin mist allan áhuga í sorgarleikinum í RSA,

Nú sortna (bókstaviliga) útlitini í hesum nú næst størsta búskapi í Afrika við 60 mió íbúgvum og mest rasublandaða fólki.

Oljuríka Nigeria (215 mió fólk) er nú størsti búskapur, men eisini ein hurlivasi.

Tey, ið róptu harðast ímóti apartheid, mismuni og órætti, skríggja nú ímóti hvítum mansræði, kapitalismu. Tey dyrka nú klimakreppu, tvørkynd børn o.t.

Av 60 mió íbúgvum í RSA eru nú 90% svørt. Hesi hoyra til 2 stórar ættarbólkar: Xhosa (30 mió) og Zulu (10 mió),

Onnur (tilflutt) svørt telja 10 mió, 7% eru hvít (4,5 mió.) Tey vóru 16% (5,5 mió í 1950), og 3% eru indarar og ‘blandað’ fólk (tils 5 mió).

Livikorini hjá fjøldini versna skjótt, arbeiðsloysið er 35%, og 43% liva undir fátækramarkinum. 10.000-tals teirra eru hvítir boarar innilæstir í skúrbýum.

Í 1990 høvdu 6 mió hvít valdið.
Herferðin móti apartheid, teim uml 5-6 mió hvítu, harðnaði stútt upp í 1980-árini.

Livistøðið hjá teim svørtu batnaði tó alla apartheid-tíðina, meiri í hvítum umráðum enn svørtum ‘heimlondum’ við ávisum sjálvræði.

Útlendsk boykott skaddu framleiðslu, handil og íløgur, og ikki minst ítrótt í RSA.

‘Heimskríggið’ móti hesum at enda 50 mió fólkunum í RSA rakti tey svørtu meinast.

Heimurin væntaði tó ikki, at teir hvítu valdsharrarnir í RSA fóru at boyggja seg.

Kollvelting, tá Jarntjaldið fall
Men knappliga broyttist alt: Í 1990 fullu Jarntjaldið og Sovjet-sosialisman.

USA og NATO vunnu Kalda kríggið. Sovjet og WAPA taptu.

Demokratisk kapitalisma sigraði og sosialistiskt harðræði mátti lúta.

Sovjet orkaði ikki longur at fíggja svørtu andstøðuna, marxistiska ANC.

ANC kundi tí ikki við hjálp úr Moskva koppa RSA frá Vestanlandi til ein afrikanskan sovjetstat.

RSA er millum heimsins ríkastu lond til ráevni sum gull, diamantar, titanium, uran, manganesium, kopar, silvur umframt jarnmálm og kol.

Hetta náttúruríkidømi fall ikki í sovjetiskar ránsmannahendur, Gud havi lov.

Nú kunnu øll heimsins lond kappast um at njóta gott av tí.

De Klerk og Mandela friðarvirðislønir Nobels
Í 1991 boðaði F.W. de Klerk forseti frá, at hvíta minnilutastjórnin læt valdið frá sær, og at allir suðurafrikanar sluppu at smíða nýggja grundlóg og velja meirilutastýri.

Hvíti Tjóðskaparflokkurin bleiv til valið í 1994 minniluti, og ANC, flokkurin hjá tí nógv størstu svørtu fólkaættini, Xhoxa, skipaði meirilutastjórn við Nelson Mandela sum leiðara og síðan forseta í RSA.

Fyri hetta blóðleysa bragdið fingu bæði farni hvíti forsetin, F. W. De Klerk og Nelson Mandela friðarvirðisløn Nobels.

Mandela royndist nógv betur, lukkutíð, sum fyrsti svarti forseti í RSA, enn mong tordu at vænta og vóna.

Fyrst framburður, men so Afrika
Mandela sat frá 1994-99. Síðan Thabo Mbeki 1999-2008. Eisini hann royndist væl.

ANC stóð seg væl í fyrstuni lands-, landsparta- og kommunalpolitiskt.

Vestanlond stuðlaðu tí nýggja fólkastýrda RSA við risa menningar- og neyðhjálp umframt milliardum av dollarum og evrum í íløgum. BTÚ vaks við 4% árliga.

Framburðurin á flestu økjum var stórur, og vónirnar til landsins framtíð bjartar.

Men frá 2008-2018 var Jacob Zuma, ein ANC-leiðari av Zuluætt forseti, og undir Zuma fall RSA til at líkjast øðrum afrikanskum londum.

Mutur og korruptión breiddu seg sum skógareldur. Framburðurin steðgaði.

Tann korrupti Zuma fyri rættin
Jacob Zuma setti eina mutursmylnu í gongd saman við tí indisku Gupta-mafiuni. Milliardir av dollarum skifti hendur við órætti.

Øll ANC-leiðslan, løgreglan, embætisverkið og hermegin vórðu smittað.

Í 2018 varð Zuma frákoyrdur og drigin fyri rættin fyri mutur og korruptión.

Alt KwaZulu og Natal var á gosi. Zuma-fjepparar herjaðu, brendu fyritøkur, bygningar og rændu handlar, til nýggja stjórnin í Pretoria gavst við rættarmálinum.

ANC valdi Cyril Ramaphosa til leiðara, og so fólkið hann til forseta.

Hann hevur verið fakfelagsleiðari síðan ungur og fekk um hendi sølur av fleiri almennum fyritøkum. Hann var góður fyri 3 mia kr longu í 2018.

Í dag er hann ein hin ríkasti í RSA, hóast hann eitist bert hava fingið fasta løn.

Fólk fáa tað stýri, tey hava uppiborið
Í dag er RSA illa farið á so mangan hátt.

800.000 hvít (serliga ung) eru rýmd, tey flestu til Australia, Bretlands, USA, Nýsæland og Canada.

Gjaldoyrað, Randurin er fallin úr 2 Dkr í 1994 niður í 35 oyru í dag. Tað merkir fleirfaldar príshækkingar (= lægri keypiorka).

Livistøðið lækkar hjá øllum uttan svørtum politiskum og almennum leiðarum og teimum hvítu, sum eru ov dugnalig til at verða sparkað út og tí enn fóta sær.

RSA hevur størst mun millum rík og fátæk í heiminum (Føroyar minsta munin).

Yvir 20.000 fólk verða myrd árliga (70 um dagin), og 50-60.000 kvinnur neyðtiknar (150 fráboðanir um dagin).

Fleiri 100-túsund innbrot, bilrán, stuldrar, herverk og yvirføll henda árliga.

Løgreglan ger seg inn á fólk, ið ikki vilja gjalda teimum í hondina.

Korruptión í RSA kostar BTÚ 20% um árið. (= 4 mia kr føroyskar árliga!).

Nú er el-framleiðslan hjá almenna monopolinum (kolkynda) ESCOM skamtað, so alt landið hevur streymslit (‘load-shedding’) upp í 12 tímar hvørt samdøgur!

Streymloysi og myrkur eru deyðin fyri alt vinnulív í einum ídnaðarlandi.

ESCOM noyðist ‘løna’ starvsfólki við m.a 1000-tals km av koparleiðingum og koli, ið tey selja svart.

Jarnbreyta- og bussflutningur virka illa, tí starvsfólk fáa sær maskinlutir í løn.

RSA søkkur skjótt niður ímóti tí støði, ið svarta meginlandið, Afrika, liggur á hóast billiónir í menningar- og neyðhjálp úr Vestanlondum eftir hjálandatíðina.

Útbúgvingarskipanin í RSA er í upploysn.

Grát, mítt elskaða land’
Nú er øvugt apartheid: Hvít nýtast ikki at søkja arbeiði, tí tey svørtu hava forrætt til øll lønt almenn og vinnulig størv við svartari leiðslu.

Tey hvítu varðveita lívsneyðug størv, ið svørt ikki hava førleika at røkja.

Dálkað drekkivatn kostaði herfyri 53 mannalív av dysentri í einum býi.

Heilsuverkinum trýtur heilivág og arbeiðstól. Streymslit kosta tí nógv mannalív.

Tey hvítu reka nú mest sjálvstøðuga vinnu, lukkutíð, og halda landbúnaðinum uppi.

Men alt loysir seg illa, tá øvund er drívmegi. Øvund, ið siðspillir og drepur.

ANC tykist fara at tapa næsta kommunu- og tjóðartingsval. Men hvat fáa suðurafrikanarar ístaðin?

Jú, meiri úr sama marxistiska heksaketli, sum tey velja og tí hava uppiborið!

‘Grát, mít elskaða land’, kallaði hvíti Alan Paton sína heimsgitnu bók.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo