BirkBlogg: - Jeres redskab skal frisætte jer til at komme igennem til brugeren, siga Dorte og Tor í skeiðshølunum í Námi, og senda okkum at venja inni og úti.
- Spælið við rytmu, tempo, støðgum, sigur Dorte.
- Tað snýr seg um at lata eyguni aftur og hoyra úrslitið, siga tey terapeutiskt.
- Hvussu ljóðar tað, tá tú so trínir eitt fet burturfrá, eru tit trúverdig, eru tit ektað, hava tit eina passión og vil lurtarin vera saman við tykkum?
Mest umráðandi er, at framleiðslumøguleikarnir eru á okkara egna máli og til okkara egna marknað verða so góðir og lagaligir, sum til ber, á føroyskum, sum vit duga, og so at vit finna ein pall, kanska Kringvarpið, at leggja føroyskar poddvarpsrøðir á, siga royndu donsku skeiðshaldararnir.
Tað eru bestu ráðini.
Og so duga tit eisini at skifta til onnur mál, enn bara føroyskt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo