Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ungdómsbólkurin hjá Amnesty Føroyum skipar á Fólkafundinum tann 27. oktober fyri tiltaki, har 20 ára gamla Najmo fer at tosa um sína lagnuferð frá barnabrúður í Somalia til aktivist í Íslandi.

Um hvussu hon einsamøll bert 13 ára gomul megnaði at flýggja ígjøgnum Sahara, Sudan, Libia og endaði í varðhaldi í Malta. Og hvussu hon fekk møguleika at fóta sær í Íslandi.

Hon ynskir at tryggja, at næstu ættarlið fáa tann barndóm, sum brutalt varð tikin frá henni, og sum hennara 13 ára gamla lítlasystir endurlivir í Somalia í dag.

Tiltakið er partur av Fólkafundinum í Tórsgøtu og verður í Perluni í Havn í kvøld kl. 18.30 til 19.30.

Les eisini: “Eg kom her einsamøll, og eg vil klára meg sjálva!”

Meira um Najmo Kiyasko, sum er 20 ár:
Najmo býr í dag í Íslandi, men er upprunaliga úr Somalia. Pápi hennara var aktivistur og stríddist m.a. fyri rættindunum hjá gentum. Men tá Najmo var 11 ára gomul varð hann myrdur.

“Tey vildu drepa hansara hugsjónir. Men eg vil tryggja, at tær liva víðari. Eg vil vera tann røddin, sum tey royndu at drepa.”

Soleiðis sigur Najmo, sum 13 ára gomul einsamøll flýddi úr Somalia frá einum tvungnum hjúnabandi.

Einsamøll megnaði hon at ferðast norður ígjøgnum Sahara, Sudan, Malta og endaði í Íslandi.

Hon er nú ein djørv ungdómsrødd, sum ynskir at varpa ljós rættindi hjá gentum. Tí hvussu ber tað til, at heimurin letur standa til, tá fleiri enn 90% av gentum í Somalia eru fyri tvungnari umskering?

“Hygg í speglið og spyr: Er hetta tað, sum eg ynski fyri mítt lív? Um svarið er nei, ger so krav uppá tíni rættindi. Ikki siga, at soleiðis hevur tað altíð verið, tí tú ert ikki fortíðin. Tú ert framtíðin.” – Najmo Fiyasko, 20 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo