Undir korona hevur Atlantic bert flogið mánadag, mikudag og fríggjadag millum Sørvág og Keypmannahavn, men eftir 1. juni verður eisini flogið hósdag, sigur stjórin í Atlantsflogi, Jóhanna á Bergi.
Og tað verða helst eisini aðrar broytingar gjørdar, nú latið verður upp smátt um smátt í fleiri londum, tí sambært stjóranum, so verður støðan umrødd í Atlantsflogi vikuliga.
Eitt nú hevur einki verið serverað umborð á flogfarinum, sum er tilráðing frá IATA, men sambært Jóhannu á Bergi, so er ikki óhugsandi, at hetta verður broytt longu frá juni av, so okkurt leskandi verður at fáa umborð á flogfarinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo