Leygarkvøldið klokkan 20:00 sendir Televarpið fótbóltssending á Rás 1. Á skránni verður millum annað kjak, um hvussu nógv lið skulu vera í bestu- og næstbestu mansdeildini.
Skulu tey vera átta ella skulu tey vera tíggju?
Gestirnir velja eisini ársins lið, og hugt verður eisini eftir, hvør skoraði flottast málið í 2021. Hyggjarin sleppur eisini at hjálpa til við at velja ársins mál.
Umframt prát í sjónvarpsstovuni, hevur Televarpið eisini prátað við ymsar venjarar. Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, fer at greiða frá, at KÍ hevur størri ætlanir enn bara at vinna føroyameistaraheitið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo