- Tú boðar ikki frá, at Messi, heimsins besti leikari í fótbóltssøguni, gevst í Barcelona við einum boðum á alnetinum.
- Soleiðis fungerar tað ikki, sigur fótbóltsredaktørurin á katalansku avísini Diari ARA, Toni Padilla, við danska TV 2 SPORT.
Toni Padilla heldur at almannakungerðingin hjá stórfelagnum um at Messi gevst í felagnum er ein seinasta roynd at leggja trýst á LaLiga, sum uttan iva heldur ikki ynskir at missa Messi úr ligaini.
- Tí tað er ikki bara Barcelona, sum missir eina rúgvu við Messi. Tað er spanska ligain, sum missir sín mest týðandi leikara.
- So Barcelona leggur trýst á LaLiga og sigur: ”Tit hava líka so nógv brúk fyri Messi, sum vit hava. So hjálpi okkum!”
Sí TV 2 SPORT.
Tað seinasta nýggja í Messi-málinum - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo