BirkBloggur: Fyrrverandi koloniveldið, gamle Norge, hevur verið hopleyst at seta niður á yrkisliga partin hjá føroyska fótbóltsspælaranum nú hann í gjárkvøldið vann so ruddiliga.
Pitsaseljari var hann. Elektrikari ein annar. Fyrr vóru teir seyðabøndir. Serliga í donsku kolonipressuni.
Kanska er tað so, at journalistikkur í grannalondum altíð fer undir eitt sjálvbestaltað knoss, sum tey halda selur meiri bløð og gevur fleiri lýsarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo