Reyði Krossur: Í samband við Opið Hús hjá Reyða Krossi, tann 29. oktobur, hava steypafinalistarnir hjá monnum, KÍ og Víkingur, latið eina fótbóltsblusu hvør – báðar við undirskrift frá øllum steypafinalu leikarunum.
Fótbóltsblusurnar eru settar á uppboðsølu á Rótikassanum 24/7 á Facebook og møguleiki verður at bjóða fram til kl 13.00, 28. oktobur. Peningurin fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.
Uppboðsølan verður fyriskipað í samband við, at Reyði Krossur hevur Opið Hús í Stiðjagøtu 6, Tórshavn, tann 29. oktobur - sama dag sum steypafinalan! Tiltakið er frá kl. 11.00 – 17.00, so fótbóltsfjepparar náa eisini til eina hugnaliga og læruríka løtu hjá Reyða Krossi áðrenn dystin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo