FSF: Ellivta árið á rað verður Fótbóltsblaðið útgivið. Blaðið, sum aftur í ár telur 100 blaðsíður, fæst ókeypis í øllum EFFO støðunum kring landið, og í No12 á Tórsvølli. Tað er Fótbóltssamband Føroya, ið er útgevari.
Í Fótbóltsblaðnum verður ljós varpað á øll 17 feløgini, sum eru limir í FSF, umframt ungdómslandsliðini, A-landsliðini hjá kvinnum og monnum, og dómararnar.
Eisini ber til at lesa um evropeisku luttøkuna hjá føroysku feløgunum. Var tað ein fjarskotin dreymur, ella er tað ein nýggjur veruleiki, ið vit skulu venja okkum við, nú KÍ spældi seg í eitt evropeiskt bólkaspæl.
Av øðrum tilfari í blaðnum kann nevnast klumman, sum Emil Lisberg Jacobsen hevur skrivað, og harafturat verður hugt nærri at EM-endaspælinum fyri U17 gentur, sum verður í Føroyum um eitt gott ár, og sum er nógv tann størsta altjóða kappingini, ið FSF nakrantið hevur skipað fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo