FSF: Áttanda árið á rað verður Fótbóltsblaðið útgivið. Tað er Fótbóltssamband Føroya, ið er útgevari av blaðnum, sum er at fáa ókeypis í øllum EFFO-støðunum kring landið.
Í Fótbóltsblaðnum eru samrøður við spælarar, umboðandi øll liðini í fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum, umframt at ljós eisini verður varpað á øll hini feløgini, hvørt fremst lið felagsins er at finna í 1. ella 2. deild.
Í blaðnum kann eisini lesast um kaffikonurnar hjá KÍ, fjepparahandilin hjá TB, eldru Víkingafjeppararnar, ið hvønn sunnumorgun samlast til kaffi og prát í felagshúsinum í Sarpugerði, Gongufelagið hjá HB, ið hvønn leygarmorgun er á ferð í høvuðsstaðnum, og serligu umstøðurnar í B68-húsinum, sum fyrrverandi løgtingsmaður hevur staðið fyri.
Harafturat verður kikarin settur á A-landsliðsvenjararnar hjá kvinnum og monnum, ungdómslandsliðini og dómararnar, ið alt er ein stórur og týðandi partur av FSF og føroyskum fótbólti.
Ein sera áhugaverd klumma er eisini í blaðnum, sum Heini í Skorini hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo