Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Samstundis sum løgmaður í nýggjársrøðu síni staðfestir fyri føroyingum, at størsta avbjóðingin í samfelagnum eru lágu burðartølini. So leggur landsstýrismaðurin nýtt lógaruppskot fram, sum helst verður viðvirkandi til minkandi burðartøl.

At burðartølini eru sera lág, hava vit hoyrt í tíðindunum fleiri ferð í farna árið, so dámligt er, at løgmaður varpar ljós á støðuna, og kallar tað okkara størstu avbjóðing.

Í farna árið vóru einans 565 børn fødd í Føroyum, og talið er sostatt tað lægsta síðani 1985. Harafturat verður støðugt tosað um eina vaksandi eldrabyrðu, hóast øll okkara eldru eru at fegnast um. Men trupulleikin gerst sjónligur, tá demografiska býtið av føroyingum er samansett soleiðis, at vit hava ov fá fólk í arbeiðsførum aldri. Tí tilgongdin av børnum og ungum, sum skulu bera stóran part samfelagnum, er munandi minkað. Ein avbjóðing, sum kann gerast ein stórur trupulleiki, ið rakar samfelagið meint, um ikki nú, so um gott 20 ár.

Børn og/ella útbúgving
Tá nú kvinnur eru blivnar eggjaðar at nema sær hægri útbúgving í eina hálva øld, hevur tað borið frukt hjá javnstøðunevndum og øðrum.

Eitt av úrslitunum er, at kvinnur eru væl representeraðar (yvirrepresenteraðar) á universitetum, men samstundis er burðartalið lækkað.

Hetta er kanska sjálvsagt, tí hetta eru somu kvinnur, sum skulu ganga við barninum og taka sær av tí, sum eyðvita er eitt fulltíðarstarv, serliga fyrstu tíðina, og tískil bíða tær við at fáa sær børn. Ein útbreiddur hugburður hevur verið “útbúgving fyrst, børn aftaná”. Ikki so løgið, tí alt, sum hevur við børn at gera, er sera krevjandi. Men samstundis bítir tað seg í hælin, tí fertiliteturin er, sum vera man, best í ungum árum. Longri vit bíða at fáa okkum børn, truplari kann tað vera at gerast við barn.

Ov fáir føroyingar
Í 2023 vóru 3000 útlendingar í Føroyum og talið av útlendingum í arbeiði í Føroyum var 2100.

Frá árunum 1994 - 2022 vóru tað, sambært Hagstovuni, framdar 1073 fosturtøkur, har kvinnan er skrásett í Føroyum. Góð helvtin av tí innførdu arbeiðsmegini, kunnu vit siga.

Ynskiligt er hjá øllum, at tað skal vera liviligt í Føroyum, men fyri at fáa tað góða samfelagið mugu vit arbeiða fyri at uppnáa málið.

Serliga vit í góðum aldri, men hvat hendir, um vit arbeiðsføru gerast ov fá? Kanst tú kanska ímynda tær eitt eldrasambýli, har tað stórliga trýtur við arbeiðsfólki? Ella hvussu við einum sjúkrahúsverki í somu støðu? Barnagarðar, skúlar? Eitt samfelag, sum er nógv dýrari at liva í, enn tað er nú?

Ikki uttan so, at vit eru fjølment kunnu vit hava tað gott í Føroyum, tí tað er ein av fortreytunum fyri vælferðini. Tí er ynskiligt at nýggjar lógir leggja lunnar undir eitt samfelag við fólkavøkstri og trivnaði, heldur enn lunnar, sum viðvirka til minkandi fólkatal. Ynskiligt er ikki at niðurlaga land – men at byggja land.

Um eitt føroyskt ferðamanna- ella fiskiskip sakk og tað kostaði 27 mannalív, so hevði hetta sjálvsagt verið lýst sum ein vanlukka. Á sama hátt, um tað var ein sjúka, sum tók hesi lív. Lokal samfeløg og miðlar høvdu givið sítt íkast, so hendingin ikki fór okkum forbí. Vit høvdu verið ámint á hendingina hvørt ár, og sagt hevði verið “Í dag eru so-og-so-nógv ár liðin síðani hendingina”. Helst hevði verið skipað fyri einum árligum minningarhaldið og allastaðnis har mannfjøldir høvdu savnast, hevði tøgn verið hildin fyri at minnast tey sum fórust.

Tíbetur er hendan søgan íspunnin, men veruleikin er, um forsøgnin heldur, at eitt stað millum 20-60 smá hjørtu sleppa ikki at sláa í 2024.

Børn, sum vit høvdu ynskt at sæð í okkara barnagørðum og skúlum. Ung, sum vit høvdu ynskt at havt á okkara ítrottarliðum og mentanarhópum. Vaksin, sum vit mangla í okkara grannaløgum og arbeiðsplássum. Menniskju, sum kundu sloppið at lita tilveruna og sloppið at givið sítt íkast til, at heimurin gjørdist eitt betri stað.

Hagtøl
Frá 2018-2022 vóru 133 fosturtøkur framdar og av teimum vóru tær flestu mammurnar í árabólkinum 20-29 ár . Hóast øll gransking vísir, at hetta er besti aldur hjá vaksnum kvinnum at fáa børn, eru tað fleiri, av onkrari orðsøk, sum velja fosturtøku fram um at seta barnið í verðina. Næststørsti bólkur var kvinnur 30-39 ár.

Støðan rundan um okkum
Í nýggjárstaluni hjá Mette Fredrikssen var lága burðatalið eisini viðgjørt sum ein trupulleiki. Hon nevnir, at áttanda hvør kvinna fær viðgerð fyri at fáa barn . Fyri at venda gongdini fáa danir nú bjóðað meira, bíligari og betri fertilitets hjálp í 2024. Alt vísir á, at fertiliteteurin er nógv verri enn áður og sama bleiv ávíst av Pál Weihe, tá hann í KVF greiddi frá, at føroyska sáðgóðskan var minni góð.

Hetta hendir samstundis sum vit uppliva lægsta burðartal í 38 ár ella meira. Líknandi er støðan í Norra, Finlandi og Íslandi, tá lága burðartalið settið met í 2020. Granskarar úttalaðu seg tá um støðuna: “Vit eru ávegis ímóti einum Kina tilstandi – uttan at hava innført 1 barns politik ”. Síðan kann leggjast afturat, at um ikki fólk úr arabisku londunum vóru so fjølment í Danmark og Norra, so var samlaða burðartalið helst nógv lægri.

Tann viðmælda loysnin
Í eini tíð, har grannalond okkara royna at gera sítt og venda gongdini soleiðis at fleiri børn verða fødd, ger landsstýrismaður okkara tí bjarnatænastu, - at seta tiltøk í verk, soleiðis at færri børn verða fødd. Modernaður leistur, men tó so sera ótíðarhóskandi. Tí er ein linari fosturtøkulóg als einki samfelagsligt framstig.

Tó, lat okkum nú vera konstruktiv og vísa á møguligar loysnir, heldur enn bert at vísa á skeivu gongdina. Hvat við at lata tey óynsktu børnini verða ættleidd av teimum, sum frammanundan ynskja sær børn, men ikki sjálv kunnu fáa tey? Hvat við at gera eina skipan, almenna ella privata, sum kann hjálpa teimum, ið eru komin í eina keðiliga støðu, og av onkrari orðsøk ikki síggja seg føran fyri at taka sær av einum barni?

Smíða heldur eina lóggávu, sum ger hetta gjørligt, nemt og smidligt. Og skuldi onkur slíkur stovnur longu verið settur í verk, tá veit honum allar neyðugar veitingar, soleiðis at so nógv børn sum gjørligt verða fødd og fáa møguleika til eina bjarta framtíð. Tí eitt er sikkurt -  tað er alvorliga brúk fyri teimum!

Martin í Grund

Keldur:
https://hagstova.fo/fo/folk/livsaevi/fosturtokur

https://www.stm.dk/statsministeren/taler/statsminister-mette-frederiksens-nytaarstale-den-1-januar-2024/

https://ivi-fertility.com/blog/infertility-in-europe/#:~:text=Fertility%20in%20Statistics,world%20population%20growth%20is%20slowing

https://www.forskning.no/barn-og-ungdom-demografi-svangerskap/bunnrekord-for-fruktbarhet-i-norge-finland-og-island/1638260

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo