Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á tingfundinum sum byrjar klokkan 10 í dag koma tvey uppskot sum snúgva seg um fosturtøku til aðru viðgerð og tí til atkvøðugreiðslu. Annað, sum má sigast at vera ein linking av verandi fosturtøkulóg, eigur landsstýrismaðurin Bjarni K. Petersen. Hitt, sum er eitt slag av mótvekt til ætlanirnar hjá landsstýrinum, eigur Miðflokkurin. Samgonguumboðini í Rættarnevndini minus Henrik Old, taka undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum, tó vilja tey broyta uppskotið, so starvsfólk av samvitskuávum skulu kunnu bera seg undan at taka lut í fosturtøku.

Eisini skal Løgtingið atkvøða um tvey uppskot sum snúgva seg um lønirnar hjá føroyskum landspolitikarum, bæði ting- og landsstýrisfólki.

Og so eru nógvir fyrispurningar sum skulu svarast, teir snúgva seg um alt frá landingum uttanlands undir verkfallinum til dronur og náttúruna.

Fylg við og les alla skránna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo