Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann 05. mai í 1954 varð Fossáverkið alment tikið í brúk, og dagurin varð hátíðarhildin í Vestmanna, har m.a nýggja Tjaldrið hjá Skipafelagnum lá við bryggju við innbodnum gestum úr øllum Føroyum.

Hesi árini hevur verkið  framleitt uml. 1.500.000.000 Kwh, ella fyri uml. 2,5 mia. kr við dagsins elprísi.

Tað var fyrst og fremst Vestmanna kommuna sum saman við vestmenningum løgdu lunnar undir SEV, og tað er einki at ivast í at SEV er nógv tann størsti mentunararvur sum kommunan eigur.

Tey fyrstu 30 árini hevði SEV nógv virksemi í Vestmanna, men í 80-unum fór SEV undir at flyta starvsfólk av bygdini til Havnar, og 20 ár seinni høvdu bara trý starvsfólk sína dagligu gongd hjá SEV í Vestmanna.

Á Fossáverkinum verða árliga 30 mió tons av vatni virðisøkt til 22 mió Kwh av ravmagni, sum hevur eitt søluvirði á uml. 35 mió kr.

Tað kemur eisini fyri at Fossáverkið liggur stilt, og tá verður vatnið veitt oman ígjøgnum Fossá, har kommunan eigur útreiðslurnar av nógva vatninum. Í fíggjarætlanini hjá Vestmanna kommunu fyri 2019 vóru avsettar 6,8 mió kr fyri ”brúgv um fossá og brúgv um rørini hjá SEV”.

Við nógva vatninum kemur eisini nógvur sandur og móra oman á sjógv, og seinni í ár skal sandur og móra takast úr bátahylinum við Fossáverkið. Ein skuldi trúð at SEV sá hetta sum avleiðing av teirra virksemi í bygdini, men í fíggjarætlanini fyri 2024 stendur at kommunan skal gjalda helmingin, 1,25 mió kr, av hesum uppruddingararbeiði.

Vestmanna kommuna hevur seinastu 6 árini goldið yvir 8 mió kr fyri útreiðslur av nógva vatninum í Fossá, sum SEV síðan 1953 hevur havt einkarrætt til at gagnnýta. Í sama tíðarskeiði hevur SEV fingið 200 mió kr fyri júst sama vatn.

Tað er óskiljandi at kommunan hevur góðtikið eina so vánaliga avtalu, ikki minst tá hugsað verður um at kommunan hevði nevndarformannin í SEV frá 2017-2021.

Jens Martin Lamhauge
Vestmanna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo