Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

SEV: Í dag eru 65 ár, síðani fyrsta elorkan var framleidd á Fossáverkinum í Vestmanna út á elnetið. Mikudagin 2. de  sember 1953, kl. 16.30, var streymurin settur til á verkinum og til býlingin, Fitjarnar, í Vestmanna – nærhendis Fossáverkinum.

Eitt korter seinni fór elorkan út á Tórshavnarlinjuna. 5 og 6. desember vóru ávikavist  Vestmannalinjan og Eysturoyarlinjan settar til, og allan desember 1953 vóru fleiri bygdir knýttar upp í elnetið hjá SEV. Býlingurin á Fjørðinum í Vestmanna, har Fossáverkið liggur, var síðsta økið, sum var koplað til elnetið í hesum fyrsta byggistiginum av elskipanini hjá SEV í desember 1953. Tað hendi 22. desember, og tá fekk øll Vestmanna bygd streym frá SEV.

Fossáverkið hevur øll 65 árini havt týðandi leiklutin at samskipa elframleiðsluna frá ymsu verkunum út á elnetið, og í 2015 var kontrolrúmið umvælt og dagført, tá høvuðsumvælingar vóru gjørdar á verkinum.

Í januar 1954 vísti ein uppgerð, at 1300 húsarhald fingu streym frá Fossáverkinum, og at roknað var við, at tilsamans 2000 brúkarar skuldu bindast í elnetið í hesum fyrsta umfarinum. Fossáverkið var síðani royndarkoyrt næstu mánaðirnar, og dagurin, har verkið var alment tikið í nýtslu, var ásettur til 5. mai 1954.

Fyrstu tíðina lá elnýtslan á umleið 600 kW, t.e. lastin á framleiðslueindunum, og mesta lastin hevði tá verið uppi á 800 kW. Tað er 1,4 prosent av mestu lastini í allari elskipanini hjá SEV í dag, sum í november í ár var uppi á góðum 58 MW.

Fyrru byrgingarnar, sum vóru bygdar í Vestmanna í sambandi við Fossáverkið, vóru byrgingarnar frammi við Vatnið í Fonsdali og á Lómundaroyrum. Síðani helt vatnorkuútbyggingin í Vestmanna fram árini 1956 til 1963. Tá varð vatnorkan bygd út á Mýrunum og í Heygadali, og Mýruverkið og Heygaverkið vóru tikin í brúk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo