Húsarhaldsskúli Føroya: Svenski vevlærarin Gunnel Andersson heldur áhugaverdan fyrilestur við heitinum “At veva klæðir úr ull” á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík mikukvøldið 4. september kl. 19:30.
Gunnel Andersson er svensk. Hon hevur í nógv ár starvast sum vevlærari og hevur meistaraprógv í veving. Somuleiðis er Gunnel partur av teirri sterku vevtraditiónini í Svøríki, har vevumhvørvi og vevskúlar hava megnað at geva børnum, ungum og vaksnum so stóran íblástur, at veving sum handverk og listahandverk hevur havt stóran framburð í tráð við tíðarandan, har fokus er á burðardyggleika, og stuttflutta rávøru og framleiðslu.
Gunnel Andersson leggur í sínum arbeiði høvuðsdent á at veva ymiskar kvalitetir, sum hóska væl at nýta til klæðir. Í fyrilestrinum fer Gunnel at røða um og vísa vovin klæðir úr ull og øðrum tilfari, tógvi, litum og mynstrum.
Sum ein kreativur skúli har næmingar hava møguleika at útfolda síni skapandi evni og ein skúli, sum eisini hugsar grønt og burðardygt, fegnast vit á Húsarhaldsskúla Føroya um møguleikan at hoyra um arbeiðið hjá Gunnel Andersson.
Fyrilesturin er almennur og er á Húsarhaldsskúla Føroya
Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin, sum er ókeypis
Fleiri upplýsingar um Gunnel Andersson eru á www.textilatradar.com
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo