Kunnandi fundur um forskúlan á Argjahamri komandi skúlaár verður týskvøldið 5. januar kl. 19.00. Fundurin verður í Miðrók á skúlanum.
Forskúlin arbeiðir við hesum høvuðsøkjum:
Mál og málmenning, støddfrøði, náttúra, rørsla, sosialir førleikar, samstarv og handa- og listagávur.
Arbeitt verður millum annað við føroyskari mentan, árstíðunum, føroysku náttúruni, heilsu, persónligari menning, stavum, málspølum, talfatan og hvussu vit eiga at bera okkum at í ferðsluni.
Gerandisdagurin í forskúlanum verður skipaður í samstarvi millum námsfrøðingar og lærarar.
Til ber at lesa meira um forskúlan HER.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo