Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tveir forskúlar eru í kommunalu fólkaskúlunum í Tórshavnar Kommunu umframt í frískúlanum Lítlaskúla, sum læt upp í summar. Forskúlin í Sankta Frans skúla hevur nógv ár á baki, meðan forskúlin í Skúlanum á Argjahamri er 3 ára gamal. Spurningurin um forskúla verður tó umrøddur av og á í kommununi, tó mest á kanningarstigi.

- Spurningurin er uppi og vendir av og á á fundi, ið fyrisitingin hevur við skúlaleiðslurnar í kommununi, men tað hevur ikki verið nøkur ítøkilig viðgerð av spurninginum, og tí heldur ikki nøkur politiskt avgerð, hvørt forskúli skal setast á stovn sum standardtilboð, sigur Sigurð Ólason Vang, leiðari á Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu.

Í skúlabygnaðarálitinum hjá Tórshavnar kommunu frá 2011-12 varð mælt til at seta forskúla á stovn í øllum skúlum í kommununi, men tá ið Mentamálaráðið árið eftir samtykti skúlabygnaðin í kommununi, var ikki søkt um loyvi at seta á stovn forskúla í øllum skúlum.

- Tann spurningurin er settur í bíðistøðu, og eingin ítøkilig dagsskrá er, sum sigur, at vit skulu seta á stovn forskúla sum standardtilboð. Spurningurin um skúlasamanlegging og skúlabygging hevur fylt nógv farnu árini, og spurningurin er m.a., hvussu nógv skal havast í gongd í senn; umframt skal eitt grundleggjandi kjak og politiskt viðgerð til, um vit skulu hava forskúla ella ikki. Eingin landspolitisk útmelding fyriliggur, sum sigur, at vit skulu hava forskúla.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo