Skúlablaðið: Tað er fyri mær púra vist, at vit eiga at skipa eina trygga gongd úr barnagarði í skúla. Forsprákarar eru fyri forskúla, og onnur bera fram, at vit skulu lata børnini fara í fyrsta flokk, tá ið tey eru 6 ár.
Lagt verður upp til, at 12 børn skulu til, um forskúli skal verða skipaður. Samstundis er eisini felt á pappír, at børnini í mesta lagi skulu vera í skúla 24 tímar um vikuna.
Har eru longu tveir faktorar, ið skurra í mínum huga. Tað skal hampiliga stór bygd til, um 12 børn skulu vera “í einum árgangi”. Kann tað so verða rætt at útiloka møguleikan at skipa forskúla, ella skal talan vera um at søkja um rættin ár eftir ár?
Hví er tímatalið sett at verða í mesta lagi 24? Eru foreldrini til arbeiðis aðrastaðni og kanska burtur frá kl. 07 til 17, so má “tilboðið” samskipast við dagstovnin onkursvegna, t.d. at frítíðarskúlin eisini fevnir um hesi børnini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo