Tórshavnar kommuna: Í morgun vitjaðu forskúlabørn í Sankta Frans skúla á Ráðhúsinum. Børnini fingu eitt prát við borgarstjóran og høvdu eisini eina fína mappu við. Í mappuni vóru tekningar av ymiskum, sum Tórshavnar kommuna fæst við.
Forskúlabørnini høvdu serliga teknað fótbóltsvøllir og býarbussar.
Børnini fara øll í 1. flokk í summar, og tað gleða tey seg til. Lærararnir hjá forskúlabørnunum eru Gunnvá á Lava, Jóna Joensen og Saranja Hammer.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo