Forsetin í Íslandi, Gudni TH. Johannesson, hevur boðað frá at hann stillar ikki upp á forsetavalinum í summar, skrivar NRK.
Í nýggjárstalu síni segði hann at hann hevði umhugsað at stilla upp aftur til eitt nýtt skeið.
– Men eg eri komin til at betri er at lata hjartað stýra enn at fylgja øðrum argumentum sum hóast alt eru veikari, segði forsetin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo