Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, valdi at rýma, eftir at pro palestinsk mótmælisfólk róptu rakstrarróp sum millum annað snúðu seg um leiklutin hjá Danmark í Miðeystri.
Mette Frederiksen var boðin at halda røðu á tiltaki sum felagsskapurin Kvinfo skipaði fyri í Store Vega í Keypmannahavn altjóða kvinnudagin í gjár, men mátti rýma tí hon fekk ikki frið at tosa, sum videobrot á miðlinum X niðanfyri vísir.
Sjálv skrivar Mette Frederiksen, at hon hevði glett seg at halda røðuna, men at tað tíverri ikki var gjørligt.
- Takk tó til tykkum, sum halda fast í demokratisku samrøðuna. Tit vóru hóast alt í meiriluta. Vónandi fer hetta at eggja til umhugsan. Fólkaræðið er bara so sterkt, sum vit sjálvi gera tað, skrivar hon milum annað á sínum facebookvanga.
. Mette Frederiksens tale afbrudt ved @KVINFO kampdagsarrangement i Vega kl. 19:30. Statsministeren udvandrer. Løbesedler kastet ned fra balkonen med budskab om frit Palæstina. Vagter forsøger at fjerne demonstranter#dkpol pic.twitter.com/b3bIHq714y
— Mathias Mencke (@MathiasMencke) March 8, 2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo