Tey við forrættindum stóra ábyrgd hava,
at veita rættindi til fólk, tey ynskja at undirkava;
minnulutabólkar í skoðsmála eru,
tá teir ikki eru millum tey keru.
Tey samkyndu merkja týðiliga sviðan,
og ikki nakra tilbiðjan,
tá tey síni rættindi tráa,
men sjáldan beinanvegin fáa.
Samfelagið skyldur og rættindi hevur;
tað av hvørjum einstøkum krevur;
teimum við forrættindum serliga,
at fara við øðrum eyðmjúkliga.
Lóg og átrúnaður hond í hond mugu ganga;
virðing fyri báðum ístaðin fyri at stanga,
soleiðis at samfelagið rúmar øllum,
sum búleikast saman við Føroya vøkru fjøllum.
Henrik Weihe Joensen
5. juni 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo