Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Elsti føroyski rokksangurin fyllir 40 í ár. Tað var á vári í 1976, at singleplátan hjá Kræklingum við sanginum "Svarti ravnur" sum B-síða kom út.

Hetta var brúsandi rokkur, sum eingin hevði hoyrt á føroyskum fyrr. Sangurin er skrivaður sum vísusangur, men endaði sum harður rokkur.

Martin Joensen eigur orð og lag, og Kræklingar spæla og syngja. Sangurin er vorðin rættur klassikari í føroyskum rútmiskum tónleiki.

Onnur hava eisini innspælt sangin, men tað er okkurt heilt serstakt og egið við upprunaútgávuni. Í sendingini greiða sangskrivari, limir í Kræklingum og onnur frá Svarta Ravni.

Hoyr sending her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo