"Söngkeppni framhaldsskólanna" er heitið á sangkapping, sum allir miðnámsskúlar í Íslandi skipa fyri.
Henda tónleikakappingin hevur verið fastur táttur hvørt ár síðani 1990, og í ár eru føroysku miðnámsskúlarnir bodnir við.
Eftir serliga fyriskipaðari undankapping, sum var hildin í vikuskiftinum við luttakarum úr Glasi, Hoydølum og Miðnám á Kambsdali, gjørdist greitt, at tað var Dania Oddmarsdóttir Tausen, sum gongur á Kambsdali, sum skal umboða Føroyar í ár.
Finalan í kappingini verður send beinleiðis í íslendskum sjónvarpi leygardagin 9. apríl.
Vónandi fer tað at gangast Daniu væl í Íslandi og vónandi verður hetta ein fastur táttur á hvørjum ári hjá okkum eisini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo