Í kvøld, fríggjakvøldið 8. januar, byrjar føroyski dansurin hjá Dansifelagnum í Havn aftur aftaná ein mánaða jólasteðg.
Barnadansurin byrjar klokkan 20 í Norðurlandahúsinum og endar klokkan 21. Ein steðgur verður við sunkisti, te og kaffi. Kvøðin verða brot úr ymsum kvæðum og vísum - bæði styttri og longri.
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin! Klokkan 22 fara tey vaksnu upp á gólv í Hornahúsunum - nýggir limir eru vælkomnir.
Dansifelagið, sum var stovnað í 1952, hevur regluliga skipað fyri dansi fríggjakvøld í dansitíðini. Síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983 hevur Dansifelagið eisini skipað fyri barnadansi í Norðurlandahúsunum fríggjakvøld í dansitíðini, og undirtøkan hevur verið sera góð.
Vegleiðandi skráir fyri bæði barnadansin og dansin í Hornahúsunum verða at finna undir “Skrá” á heimasíðuni: http://www.danshavn.org
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo