Føroyar taptu 4-0 á útivølli ímóti Norra. Støðan í hálvleikinum var 2-0.
Longu aftaná átta minutir var Norra á odda við tveimum málum.
Føroysku leikararnir tóktust ógvuliga demotiveraðir og høvdu einans eitt skot uppá mál allar níti minuttirnar - eitt lutfalsliga tannleyst skot, ið ikki forvoldi norska málverjanum nevniverdar trupulleikar.
Føoryingarnir vóru aldrin við í dystinum, og serliga var tað Arminia Bielefeld leikarin, Jóan Símun Edmundsson, ið sá út, sum hann vildi vera alla aðrastaðni enn á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.
Hann varð eisini skiftur út aftaná 70 minuttir.
Veteranurin og fráfarandi liðskiparin Atli Gregersen skuldi havt gjørt sum Gary Neville í 2011 og givist, meðan leikur enn var góður - t.d. aftaná heimadystin ímóti Malta fyri einum mánað síðan -, meðan føroyingar framyvir mugu læra at verja seg betur ímóti deyðbóltum.
Føroyingar hava mist eitt ótal av málum uppá deyðbóltar og innlegg hetta bólkaspælið, og aftur í kvøld mistu teir eitt mál eftir horna - málið til 1-0 eftir tveir minuttir.
Í heila tikið hevur føroyska verjan verið alt ov veik. 27 mál hevur føroyska liðið latið fara ígjøgnum higartil hetta bólkaspælið, t.e. trý mál í meðal hvønn dyst.
Kanska Lars Olsen eisini skuldi havt gjørt sum Neville og lagt hondklæðið í ringin aftaná 1-0 sigurin ímóti Malta í oktober.
Hann er longu byrjaður í øðrum starvi í Esbjerg, og kundu Føroyar havt fyribilsvenjara í hesum báðum dystunum ímóti Noregi og Svøríki.
Næsti dysturin hjá Føroyum er ímóti Svøríki á útivølli mánakvøldið. Hetta er seinasti dysturin í hesum bólkaspælinum.
Norra-Føroyar 4-0 (2-0)
1-0: Tore Reginiussen, 2
2-0: Iver Fossum, 8
3-0: Alexander Sørloth, 62
4-0: Alexander Sørloth, 65
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo