Undir heitinum “Føroyskt vár” lat listaframsýning upp Pálmasunnudag á Gallarí Nørballe í Suðurjyllandi.
Umframt tær báðar kendur listakvinnurnar Astri Luihn og Sigrun Gunnarsdóttir, sum sýna fram málningar og skulpturar, luttekur eisini Beinta á Torkilsheyggi á framsýningini. Hon er myndakvinna við útbúgving úr London. Hon hevur fleiri fotomyndir við á framsýningin. Hetta er myndir av føroyskum kvinnum, ið allar eru eldri enn 90 ár gamlar – tiknar í teirra egna heimi.
Fitt av fólki var møtt, tá Bente Scavenius mag. art. setti framsýningina. Fleiri føroyingar taldust millum áskoðararnar.
Framsýningin er opin til 21. mai 2017.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo