Føroyska Bíbliufelagið: Sunnudagin 24. februar kl. 11 vitjar Føroyska Bíbliufelagið á guðstænastuni í Argja kirkju.
Derhard Jógvansson hevur guðstænastuna og næstformaðurin í Føroyska Bìbliufelagnum Dánial á Dul Jacobsen fer at prædika.
Eisini hevur Gunnar K Nattestad, aðalskrivari eina framløgu um Bíbliufelagið.
Aftaná døgurða hevur stýrið hjá Bíbliufelagnum stýrisfund í kirkjuni.
Føroyska Bíbliufelagið er ein felagskirkjuligur felagskapur og er tí javnan á vitjan hjá ymiskum kirkjum og samkomum.
Seinastu ferðirnar hevur verið vitja í katólsku kirkjuni og Adventistakirkjuni, og næstu ferðirnar verður vitja á møti hjá Frelsunarherinum 31. mars og til felagsguðstænastu í ítróttarhøllini á Sandoy Kristihimmalsferðardag 30. mai.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo