Leygardagin 9. desembur kl 14:00 verður føroysk jólagudstænasta í Christianskirkjuni i Aarhus, har Tummas Kannuberg, gudfrøðilesandi, prædikar.
Aftaná jólagudstænastuna verður jólaveitsla í kirkjukjallaranum, við felagssangi, dansi um jólatræið og einum góðum drekkamunni við onkrum søtum afturvið. Umframt hetta kemur føroyski jólamaðurin eisini at heilsa uppá børnini.
Møguleiki verður eisini at senda jólaheilsanir heim til familju og vinir í Føroyum, sum verða sendar í Kringvarpinum
Nevndin í føroyingafelagnum í Aarhus sigur seg síggja fram til at halda dagin og øll skula vera so hjartans vælkomin, siga tey.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo