Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ætlanin við hesum Grannahjálp-facebook-bólkum er, at grannar kunnu hjálpa hvør øðrum í samband við corona smittuna, ið herjar okkara oyggjar. Um tað er onkur, sum er í vandabólki, t.d. sjúk ella gomul, ella onkur sum situr í sóttarhaldi, so kunnu tey ígjøgnum hesar bólkar fáa hjálp frá onkrum, sum t.d. kann fara at keypa fyri tey og seta vøruna uttanfyri hurðina.

Tað skal undirstrikast, at Grannahjálp-bólkarnir eru bert til hjálpitænastur frá privatpersóni til privatpersón (ikki fyritøkur og handlar) og somuleiðis skal tað undirstrikast, at bólkarnir ikki rúma tíðindir um corona og lýsingar!

Umleið 4500 fólk eru í øllum bólkunum - tilsamans. Hetta vísir, hvussu vit føroyingar standa saman – ístaðin fyri at vit síggja í øðrum londum at fólk hamstra vørur frá hvør øðrum. Somuleiðis eru føroysku grannahjálp-bólkarnir nógv størri enn í øðrum londum - í mun til fólkatali.

Her er eitt yvirlit yvir Grannahjálp-bólkarnir:

Tórshavn, Argir, Hoyvík og smáu bygdirnar rundanum har tað er koyrandi

Klaksvík

Eysturoy (minus Fuglafjørð (inkl. Kambsdal))

Fuglafjørður (inkl. Kambasdal)

Vágar

Suðuroy

"Grannahjálp" Corona/covid 19 for non-speaking faroese people

Heitt verður á fólk um vinarliga ikki stovna nýggjar Grannahjálp-facebook bólkar, um ein bólkur er stovnaður, sum longu fevnir um teirra økið. Og somuleiðis verður heitt á fólk um bert at melda seg inn í facebook bólkin í teirra øki og ikki í aðrar bólkar (um tey ikki hava tørv á tí).

Um tú býrt í einum øki, har ongin Grannahjálp-facebookbólkur er, so ver vælkomin at stovna ein bólk og siga mær frá (eisini vælkomin at spyrja meg um tú ivast, um tú skalt stovna ein slíkan facebook bólk: tlf. 299426).

Til tey, ið ikki eru á facebook, so verður víst á tænastuna, ið Reyði Krossur Føroya bjóðar. Somuleiðis um onkur vil hava ein størri tørv uppfyltan - so vísa vit heldur til Reyða Kross á tlf. 78 88 70.

Vinarliga Jóhannes Miðskarð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo