Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Sí fleiri myndir

Í næstum byrja filmsupptøkurnar til stuttfilmin Champagne, sum Elizabeth Schiffler hevur skrivað. Saman við henni eru Johnny Valenzia og Evelyn Osborn, sum bæði starvast innan amerikanska filmsídnaðin. 

Summarið í Føroyum í 2013 skapti sambandið millum tey trý ungu amerikonsku lesandi frá University of Washington, og nú 6 ár eru farin, eru tey blivin kend innan teirra yrki og eru farin í gongd við ein stuttfilm.

Tey trý Elizabeth, Johnny og Evelyn hittust í Føroyum til G! festivalin í 2013, tá tey saman við 14 øðrum lesandi á University of Washington vóru í Føroyum og tóki eitt summarskeið í sambandi við lesturin. Her hittu tey fólk, sum tey komu at kenna væl og javnan hava samband við, og á ein løgnan hátt gjørdist hetta summarið, at hetta sambandið bleiv til eina verkætlan hjá teimum.

Johnny Valenzia bleiv kendur fyri videoløgini til "Shape of you" og "Galway Girl" hjá Ed Sheeran, og Evelyn Osborn er editor á sjónvarpsrøðini NCIS, sum nógvir føroyingar kenna. Saman við teimum trimum er Britt Keller, sum framleiðslusniðgevi. Hon er tann einasti, sum ongantíð hevur verið í Føroyum - enn. 

Elizabeth Schiffler starvast dagliga sum filmsframleiðari og rithøvundur.

Yvirnáttúrliga søgan er um ein kokk, sum ger mat fyri deyðum fólkum. Hóast hon hevur alt ov nógv at gera, so brennur hon fyri sínum arbeiði, men hon setur ein hjálpara í starv, sum eisini fer at brenna fyri matgerðini í køkinum. Men at skifta í millum leiklutin sum listafólk í køkinum og mentor kann seta alt í løgnu matstovuni hjá Champagne í vanda.

Rithøvundurin og leikstjórin Elizabeth Schiffler hevur gjørt leikritið fyri at vísa kvinnuna í matvøruídnaðinum; kvinnuna, sum brennur fyri at gera nakað, sum er nógv størri enn hon sjálv. 

Elizabeth hevur eisini gjørt filmin “Becoming mermaid” (2015).

Filmurin verður frumsýndur á filmsfestivalum í 2020.

Elizabeth Schiffler tosar her um filmin á podcastinum Let’s talk filmmaking.:

Galway girl - Ed Sheeran, sum Johnny Valenzia hevur gjørt: www.youtube.com/watch

Shape of you - Ed Sheeran, sum Johnny Valenzia hevur gjørt: www.youtube.com/watch

Brot úr NCIS LA, sum Evelyn Osborn er editor á: www.youtube.com/watch

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo