Umhvørvisstovan: Føroyar skulu grønkast heilt skjótt, tvs. vit skulu brúka meira av varandi orku.
Ein liður í hesum er, at øll skulu koyra í elbili og fara burtur frá benzini og diesel.
Fyri at skunda undir hetta orkuskiftið, skipar Umhvørvisstovan saman við áhugabólkinum ‘Elbilar í Føroyum’ fyri kunningarátaki á Umhvørvisstovuni í dag, týsdag 28. august kl 1600.
Greitt verður frá kostnaði og rakstri av elbili í mun til aðar bilar og hvussu elbilar ávirka elskipanina.
Eisini luttaka bilasølur og vísa fram sínar elbilar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo