Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í kvøld kl. 20 verður SMS karmur um Føroya størstu mótasýning. Heili 14 handlar luttaka, og út við 30 modellir fara at vísa fram heystmótan í Føroyum. Eftir sýningina hava fleiri handlar opið til kl. 22 við nógvum góðum tilboðum. Dyrnar lata upp kl. 19.30.

Afturat stóru mótasýningini, har HÚS fer at diska, vera goodiebags, munnbitar, myndatøka og loyniligur kassi á skránni. Sum nakað nýtt verður mótasýningin í niðastu hædd.

Íblástur til heystmótan
Nú er summarið av og handlarnir eru farnir frá summarklæðunum til heystklæði. Mótin í heyst ber brá av nógvum litum, mynstrum og ymiskum tilfari, eitt nú leopardprinti, kovboyi og floyali og litum sum reyðum, gulum og brendum appelsingulum. Vit fáa sostatt møguleika at spæla okkum við bæði litir og tilfar í heyst, sum kemur væl við hesa ársins tíð, sum mangan kann vera grá og tung. Allir 14 handlarnir fara tískil at geva okkum íblástur til heystmótan hetta hóskvøldið 27. septembur, krydda við góðum hýri, góðbitum og tónleiki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo