SMS: Hetta verður ein forvitnislig framsýning við ymsum LEGO-figurum, eitt nú Star Wars LEGO-figurum, einum livandi LEGO-sløkkiliðsmanni, sermerktum føroyskum bygninum úr LEGO, byggistøðir til stór og smá, kappingar o.m.a.
‘Vit eru sera errin um, at tað endiliga hevur eydnast okkum at fáa LEGO heim til Føroya’, sigur Regin W. Dalsgaard marknaðar- og býlingsstjóri í SMS. ‘Tað er í samstarvi við LEGO og so Helga Toftegaard, LEGO-entusiasti, at hetta er komi í lag’.
Tað er nevnliga ein serføroysk LEGO-framsýning, sum verður at síggja hesar dagarnar á Torginum í SMS:
‘Helgi Toftegaard, hevur saman við føroyinginum, René Askham, og øðrum donskum entusiastum bygt fleiri sermerktar føroyskar bygningar úr LEGO, eitt nú Glasir og eina mosaikmynd av SMS,’ sigur Regin.
Øll kunnu vera við
Afturat framsýningini við føroysku LEGO-bygningunum, Star Wars og LEGO-figurunum, verða eisini byggistøðir við vanligum LEGO- og Duplokubbum, har bæði stór og smá kunnu byggja alskins figurar:
‘Hetta er nakað øll kunnu vera við í, og verður ein kapping til stóra páskatiltakið 20. mai har flottasti figurur verður kosin’, greiðir Regin frá og leggur afturat:
‘Hvønn dag meðan framsýningin er á Torginum, verður skattaveiða í SMS, og so verður eisini gjørligt at gita mongdina av LEGO-kubbum á einum Star Wars figuri, har tey, sum gita rætt, eru við í lutakastinum um eina ferð fyri tvey vaksin og tvey børn til Legoland við hotel’.
Framsýningin við føroysku LEGO-bygningunum verður á Torginum fram til 3. mai.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo