Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fornt er jólagávan til børnini í ár. Gávan er nýskrivaður útvarpsleikur í átjan pørtum. Leikurin er nútíðarleikur, ið er ætlaður teimum eldru børnunum.

Fornt er eitt heimskent telduspæl, sum er sera spennandi, tí her kanst tú granska og jagstra. Eiri, sum gongur í 6.flokki, er høvuðspersónurin í Fornt. Við Eira skilja vit, hvussu dragandi telduheimurin kann vera. 

Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin Fornt. Høgni Fagraberg hevur gjørt ljóðmyndina. Sakaris Emil Joensen hevur gjørt tónleikin, Elin á Rógvi eigur orðini. Talan er um tveir sangir og eitt eyðkennislag.

Eitt verk eftir Atla Petersen setir sín serliga dám á næstseinasta part.

Til útvarpsleikin hevur Nám gjørt undirvísingartilfar, soleiðis at tað ber til hjá næmingum at fara inn á Snar.fo gerandismorgnar í desember.

Útvarpsleikurin - Fornt er at hoyra hvønn gerandismorgun klokkan 7.15, og er at finna á KVF.fo/VIT/FORNT ella við at trýsta á Kuldakrákuna. 

Kom við Eira á ferð og lurta eftir Fornt, ið kann nýtast uttan skíggja, tú kanst eta morgunmat, koyra bil og allar myndirnar koma  ókeypis í høvdið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo